Hetta var vikuna eftir stóra vanlukkudagin á Heysel leikvøllinum í Brüssel. Sólin skein oman og niðan. 45.700 áskoðarar sluppu inn í Ítróttaparkina fyri at síggja landsdystin millum Danmark og Sovjet. Týski venjarin hjá Danmark, Sepp Piontek, hevði allar sínar bestu leikarar tøkar. Tað merkti millum annað, at Allan Simonsen, sum seinni gjørdist føroyskur A-landsliðsvenjari, noyddist at sita á bonkinum. Frank Arnesen, sum hevur føroysk ættarbond, stýrdi danska miðvøllinum.
Danska liðuppstillingin: Ole Qvist, KB – Søren Busk, AA Gent – Morten Olsen, Anderlecht – Ivan Nielsen, Feyenoord – Klaus Berggreen, Pisa – Frank Arnesen, Anderlecht (78. Henrik Andersen, Anderlecht) – Jens Jørn Bertelsen, Rouen – Jesper Olsen, Manchester United (46. Per Frimann, Anderlecht) – Søren Lerby, Bayern München – Michael Laudrup, Lazio – Preben Elkjær, Hellas Verona.
Á sovjetiska liðnum vóru m.a. Rinat Dasajev, Oleh Protasov og Igor Belanov (kosin ársins leikari í Europa 1986). Sovjetsamveldið hevði eisini flest skrásettar leikarar í heiminum og hevði vunnið allar undanfarnu dystir ímóti Danmark; bæði úti og heima.
Tað byrjaði við, at danmarksmeistarin í fallskíggjalopi seinastu átta árini, Bjørn Stephensen, setti seg mitt á vøllin beint fyri dystarbyrjan. Ein lyklastøða í dystinum mundi vera, tá georgiski verjuleikarin, Tengiz Sulakvelidze, fekk gult kort tíðliga í dystinum, men fyrst fangaði Elkjær bóltin, tá ein russari smekkaði bóltin inn á knæið á einum liðfelaga og smekkaði bóltin í málið. Síðani driblaði Elkjær fram við áðurnevnda Sulakvelidze og økti til 2-0. Oleh Protasov minkaði um munin og til hálvleiksstøðuna 2-1.

Eitt korter var spælt av seinna hálvleiki, tá Elkjær aftur fangaði bóltin og legði hann fyri føturnar á Laudrup, sum fintaði ein russara, áðrenn hann hegnisliga lyfti bóltin upp um Dasajev í málinum. Síðani lokkaði Lerby ein verjuleikara til sín, tá hann helt á at renna eftir at hava spælt Laudrup, sum kundi senda bóltin inn við nærmastu stong til 4-1. Sergey Gotsmanov minkaði um munin til 4-2 og tá var framvegis helvtin av seinna hálvleiki eftir. Danir sótu sum á nálum, men Ole Qvist, sum til dagligt var málmaður í hjá KB í donsku 2. deildini, svíkti ikki.
Danmark førdi nú HM-undankappingarbólk nr. 6 við 6 stigum fyri fýra dystir og lá væl fyri til at spæla seg til HM endaspælið 1986 í Mexico. Søren Lerby noyddist kortini at skunda sær heim til Bayern München og fimm mánaðir seinni, 13. novembur, setti Søren so eitt heimsmet, tá hann spældi landsdyst fyri Danmark og steypadyst fyri Bayern München sama dag – við einum millumbili á fimm tímar.