,

45 íbúðir í Runavík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ætlanin er at byggja 45 íbúðir í hjartanum á Runavík.

Seinnapartin í gjár skrivaðu Jóan Petur Vang, byggimeistari, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, undir leigusáttmála um lendi í miðbýarøkinum í Runavík.

Undan hesum hevði fíggjarnevndin og býráðið samtykt uppskotið til sáttmála. Málið hevur verið á dagsskrá í eina tíð, og grót varð lagt út sunnanvert í bátahylinum sum fyrireiking.

Eftir at Jóan Petur Vang einsamallur tók yvir Spf. Bryggjan, kom gongd á verkætlanina. Nú bíðar felagið bert eftir byggiloyvi, sum skal verða útskrivað áðrenn 1. juli, og ætlanin er at byrja bygging 1. august 2025.

Tvær lonir skulu reisast við tilsamans 45 eigaraíbúðum.

Lon1, við 18 íbúðum, verður bygd fyrst, síðan Lon2 við 27 íbúðum. Í niðastu hæddunum verður pláss fyri handils- og vinnuvirksemi. Kjallarahæddirnar verða ávikavíst 350 og 524 fermetrar. Fyrra lonin skal vera innilokað áðrenn ársskiftið 2025/2026, og bygging av Lon2 byrjar í mars 2026. Heildarverkætlanin verður liðug við ársenda 2027.

Runavíkar kommuna grovplanerar økið, ger parkeringspláss og fer undir at skipa frontin út ímóti bátahylinum.