,

Kvinnulandsdystur á Sandi í kvøld

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í kvøld kl. 19 tekur føroyska A-landsliðið við kvinnum í flogbólti ímóti Norðurmakedónia á heimavølli.

Flogbóltssamband Føroya er vertur hetta umfarið í Silvurliguni, sum verður á Sandi um vikuskiftið. Føroysku kvinnurnar spæla fyrst ímóti Norðurmakedónia í kvøld og síðani ímóti Eysturríki sunnudagin kl. 17. Leygardagin spæla hini bæði, Norðurmakedónia og Eysturríki.

Góðar vónir
Eftir flotta avrikið hjá føroyska landsliðnum í Lettlandi farna vikuskiftið verður spennandi at vita, hvat vit megna hetta vikuskiftið á heimavølli.

Vónirnar eru í hvussu er til gott úrslit ímóti Norðurmakedónia í dag. Gaman í vann Norðurmakedónia 3-0 á Luksemborg í sínum fyrsta dysti, men tað var eisini fyrsti sigurin hjá Norðurmakedónia í millumtjóða kapping í 17 ár. Føroyar hava eisini onkuntíð vunnið á Luksemborg. Í seinna dystinum í kappingini fekk Norðurmakedónia rættiliga oyrini í maskinuna ímóti sterka sveisiska liðnum, sum vann 25-7, 25-16 og 25-6 í trimum settum. Hetta sigur so mikið sum, at Norðurmakedónia er ikki millum tey sterkastu londini.

Óstøðugt Eysturríki
Eysturríki er styrkismett sum tað fremsta av teimum níggju londunum í kappingini, og undan kappingini var hildið, at Eysturríki fór at vera í flokki fyri seg, hóast Eysturríki í fjør endaði aftast í tí sterkaru Gullliguni, og tí flutti niður í Silvurliguna, men úrslitini í fyrsta umfari hava tó víst, at Eysturríki er til at tosa við, tí í fyrsta dystinum tapti Eysturríki 3-2 fyri Georgia. Og tað var júst Georgia, sum Føroyar vunnu 3-1 á í 2023. Hinvegin vann Eysturríki sannførandi 3-0 á Íslandi, sum tó vann 3-2 á Georgia. So líkt er til, at londini sveiggja í dygd.

Silvurligan, kvinnur – Inni í Dal á Sandi:
Fríggjadagin 6. juni kl. 19:00: Føroyar – Norðurmakedónia

Leygardagin 7. juni kl. 17:00: Eysturríki – Norðurmakedónia
Sunnudagin 8. juni: kl. 17:00: Føroyar – Eysturríki

Føroyska kvinnulandsliðið:
Jóhanna B. Christiansdóttir (TB)
Maria Theresa Vitalis (Mjølnir)
Sharon Haynes (TB)
Ása Thorkilshøj (KÍF)
Elisabet N. Vilhelmsen (Mjølnir)
Ingibjørg Müller (Mjølnir)
Sirið Samson (Mjølnir)
Hanna Andriasdóttir Olsen (Fleyr)
Anja S. Danielsen (Fleyr)
Karin Joensen (Mjølnir)
Henrikka Wang Jacobsen (SÍ)
Sesilia Prior (KÍF)
Jakobina Joensen (ASV Elite, DK)
Helena Skylv Hansen (Fleyr)

Venjari: Ciro Zoratti
Hjálparvenjari: Mileta Vesovic
Liðleiðari: Lena í Buð
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: NB Fysioterapi