Áki tryggjaði U21 sigurin við brotssparki í yvirtíðini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

U21-EM-undanbólkur 3
Føroyar – Estland 2-1 (0-0)

Nýggja U21 landsliðið í fótbólti fekk eina frálíka byrjan í EM-undandystinum móti Estlandi við Djúpumýri í Klaksvík. Hóast Føroyar sum heild vóru betra liðið, sá dysturin út til at enda javnt 1-1. Men langt i yvirtíðini skoraði Áki Samuelsen sigursmálið við brotssparki.

Í fyrra hálvleiki leikaði javnt. Fystu løtuna høvdu Føroyar mest spæl, men sum hálvleikurin leið var Estland spælstýrandi. Tað vóru tó eingir veruligir málmøguleikar fyri steðgin, og tí var einki at siga til at einki mál kom í fyri steðgin.

Seinni hálvleikur var ikki serliga gamal, tá ið Estland kom fram um. Vit mistu bóltin í okkara høgru síðu, og tá ið bólturin var spældur innfyri flatt úr frá málinum, kundi Rommi Siht seta bóltin í málið.

Nú tóku Føroyar yvir alt spælið, men tað varð ikki til teir heilt stóru møguleikarnar. Men tá ið 73 minuttir vóru spældir, revsaði Jóhan Josephsen ein rimmar feil frá teirra málverja, og so kundi hann rulla bóltin í málið til 1-1.

Løtuna eftir málið høvdu Føroyar meira spæl, og seint í dystinum høvdu Føroyar nakrar heilt góðar møguleikar.

Langt inni í yvirtíðini varð innskifti Aron Benjaminsen, sonur landsliðslegenduna, Fróða Benjaminsen, feldur í brotsteiginum, og so kundi Áki Samuelsen senda bóltin í málið.

Ein frálík byrjan hjá ungu monnunum og nýggja venjaranum Ólavi Mikkelsen.


Skermmynd: Televarpið