Milum 7. juni í 2019 og 15. november í 2021 skoraði Klæmint A. Olsen 10 mál fyri Føroyar, og javnaði harvið málmetið hjá Rógva Jacobsen. Heri Simonsen setti tá eina ljóðkavalkadu saman við øllum 10 málunum, men bíðaði við at almannakunngera tað til Klæmint skoraði mál nummar 11. Tað málið kom tíverri ikki. Og nú er Klæmint givin á landsliðnum. Men her kunnu tit so hoyra táverandi frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá teimum 10 landsliðsmálunum hjá Klæminti.

Ljóðkavalkada: Hoyr Tróndur Arge siga frá teimum 10 málunum Klæmint A. Olsen skoraði fyri Føroyar
Skrivað
Dagfesting