Tað verður havnarmaðurin, Terji Mørk, sum skal venja besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni komandi kappingarár.
Hóast hann ikki áður hevur vant í bestu deildina, hevur hann drúgvar royndir sum venjari, millum annað í Neistanum og hjá U17 dreingjalandsliðnum. Terji Mørk sigur við Norðlýsið, at hann er sera spentur og metir, at kvinnuliðið hjá Stjørnuni hevur góðar vónir fyri kappingarárið.
Stjørnan hevur eisini sett ungdómsvenjarar. Danski Carl Vej, sum hevur drúgvar royndir, tekur sær av g10, g12 og g14 og verður hjálparvenjari hjá kvinnuliðnum. Vestmenningurin Sámal Jákup Djurhuus verður høvuðsvenjari hjá g14 og g16. Umframt teir, so verða fleiri av leikarunum á kvinnuliðnum eisini við í venjingini hjá teimum yngru.
Stjørnan fer aftur at skipa fyri tiltøkum, sum hava verið væleydnað. ”Trille Trolle” hondbóltur fyri børn heldur fram, og eisini verður skipað fyri ”5 a side” hondbólti fyri 30+ kvinnur og menn. Tiltakið hevur fingið góða undirtøku, og fólk hava hugnað sær óført.
Regin Sivertsen, formaður í Stjørnuni, sigur, at felagið fer til verka við góðum treysti til eitt nýtt kappingarár.