Í gjárkvøldi kom tangaskipið GTM Denmark á Hulk á Strondum við fyrstu gassoljuni til goymslutangarnar hjá nýggja oljufelagnum Krafta. Tað skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu síni.
Eisini hevur Krafta á Facebook lagt myndir og filmsbrot av nýggju tangabilunum, sum skulu koyra føroysku vegunum at bunkra skipakundar
Arbeiðið hjá Krafta at gera alt liðugt, so at felagið kann byrja at selja olju, kom eitt stig nærri, nú fyrsta oljan kom í goymslutangarnar á Hulki.
Nú skulu tær seintastu tillagingarnar og royndirnar gerast, áðrenn skip kunnu bunkra olju frá felagnum.
Eisini skal Articon gera økið heilt liðugt, áðrenn tað verður endaliga handa eigaranum.
Trygdin hevur høga raðfesting hjá Krafta, og er nógv tíð og orka brúkt at gera alt so trygt sum gjørligt. Í síðstu viku var Skálafjarðar sløkkilið og hevði venjingar á Hulki
Sjóvar kommuna skrivar, at væntandi ganga ikki nógvir dagar til fyrsta bunkringin verður hjá felagnum.








