Varðin hevur selt allan partapeningin í Sp/f Knassum, sum eigur og rekur portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar.
Nýggju eigararnir eru Sp/f FH, sum Bárður Kass Nielsen og Sverri Egholm hava stovnað. Bárður Kass Nielsen er frammanundan stjóri í Knassum, meðan Sverri Egholm hevur verið knýttur at felagnum síðan 2011, seinastu árini sum ábyrgdarhavandi redaktørur.
Varðin kom inn í felagið í 2013, tá ið Portalurin varð keyptur frá Føroya Tele. Seinastu árini hevur Varðin átt helvtina av partapeninginum, og herfyri keypti samtakið allan partapeningin. Nú hevur Varðin valt at selja restina av felagnum.