Føroysku fyrireikingarnar til komandi EM-endaspæl í hondbólti í Oslo byrja av álvara um mánaðarskiftið oktobur/novembur, tá ið manslandsliðið skal spæla í Golden League Gjensidige Cup í Tróndheimi í Noregi.
Talan er virda kapping, sum vanliga verður kastað nógv ljós á. Kappingin er annaðhvørt ár fyri kvinnur og menn, har Danmark, Noreg og Niðurlond luttaka fast og so ein fjórða innboðin tjóð. Í ár hava Føroyar fingið hesa innbjóðing og koma at spæla Spektrum í Tróndheimi í døgunum 30. oktobur – 2. novembur.
Mark Lausen Marcher, ítróttastjóri í HSF, sigur at talan er um ein góðan møguleika hjá Føroyum, har okkara menn sleppa at royna seg móti nøkrum av teimum allarbestu landsliðunum áðrenn EM-endaspælið. Eisini er hetta eitt gott høvi hjá venjarunum at royna leikarar og hópin í mun til venjingarstøðu og úttøkuna, sum verður í januar.
Atgongumerkini til Golden League Gjensidige Cup í Tróndheimi, dagarnar 30. oktobur – 2. novembur, koma til sølu 19. juni klokkan 11.00. Leinkja verður løgd á heimasíðuna hjá HSF.
Manslandsliðið fer eisini at spæla tveir venjingardystir í januar áðrenn fráferð til Oslo. Hesir verða á heimavølli við Tjarnir móti Italia.