Ísrael hevur lopið á Iran

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ísrael hevur í nátt framt eitt stórt loftálop á Iran, hóast Iran og USA vóru í samráðingum um eina nýggja atomavtalu.

Í álopinum lótu fleiri høgtstandandi iranskir herleiðarar og vísindamenn lív, millum teirra leiðarin fyri Tjóðarhirðina, Hossain Salami, og hernaðarleiðarin Mohammad Bagheri.

Sambært VG boðar iranska sjónvarpið boðar frá, at minst 50 fólk eru særd í álopinum, harav ein stórur partur eru kvinnur og børn. Altjóða Atomorkustovnurin, IAEA, váttar, at iranska kjarnorkuverki í Natanz er rakt, men sigur, at strálingsstøðið er støðugt.

Iran hevur svarað við at senda meira enn 100 dronur móti Ísrael, og fleiri lond, Iran, Irak og Jordan, hava stongt luftrúmið.

Hægsti leiðarin i Iran, ayatolla Ali Khamenei, hóttir nú við hevnd, og Tjóðarhirðin sigur, at Ísrael og USA fara at rinda ein høgan prís fyri álopið.

Ísrael hevur lýst undantaksstøðu í landinum og ger seg nú til reiðar til mótálop frá Iran. Í morgun frættist, at Iran hevur sent fleiri enn hundrað dronur móti Ísrael.

Benjamin Netanyahu, forsetisráðharrri í Ísrael, sigur, at Ísrael ongan ætlanir hevur at gevast við álopum á Iran, og sigur at álopini fara at vara í fleiri dagar.

Oljuprísurin var beinanvegin ávirkaður av álopinum og fór í nátt frá 69 dollarum fyri tunnuna upp í 78 dollarar fyri tunnuna. Í morgun er oljuprísurin komin niður aftur á 74 dollarar fyri tunnuna.