Helvtin av støkum pensjónistum eru í fátakaváða

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

7,6 prosent av føroyingum eru sambært Hagstovu Føroya í fátækaváða. Tað hevur verið støðið síðan 2019.

Fátækaváðin er eitt altjóða mát, sum lýsir borgarar við fáum nýtslumøguleikum. Hagtølini byggja á javnvirðisinntøkuna, og tey í fátækaváða hava eina inntøku, ið er lægri enn 60 prosent av miðjavnvirðisinntøkuni.

Prosentparturin av teimum í fátækaváða minkaði frá 2018 til 2019, tá ið hann fall frá 9,7 prosentum niður í 7,6 prosent. Ein av høvuðsorsøkunum var, at fleiri í aldursbólkinum 67 og eldri komu upp um markið í 2019, serliga tey, ið búgva saman við øðrum. Hinvegin er støðan hjá teimum eldru, ið búgva einsamøll, nærmast óbroytt, og eru umleið helvtin av teimum enn undir fátækaváðamarkinum.

Fátækaváðin er størri í Sandoyar- og Suðuroyarøkinum, har ávikavist 10,4 og 10,9 prosent eru undir markinum. Í Eysturoy og Vágum er prosentparturin minst við 6,5 og 7,0 prosentum.