Silver League, menn:
Føroyar – Ísland 3-2 (25-21, 25-18, 23-25, 20-25, 15-13)
Føroyska manslandsliði í flogbólti vann 3-2 á Íslandi í sínum fyrsta dysti í Silvurliguni, sum varð spældur í Íslandi í kvøld.
Eftir at Føroyar høvdu vunnið fyrstu tvey settini og lógu á odda 8-5 í triðja setti, vóru útlitini fyri sigri avbera góð, men kinkur kom á, og Ísland javnaði til 2-2 í settum og var á odda 12-11 í fimta setti. Føroyar svaraðu tó aftur og vunnu settið 15-13 – og harvið dystin 3-2.
Í fyrsta setti var leingi púra javnt, og fyrstu ferð tvey stig vóru á muni var tá Føroyar løgdu seg á odda 10-8. Føroyar megnaðu at økja til 19-14, men Ísland svaraði aftur og minkaði um munin til 17-19. Settið kom tó ikki í vanda, tí Føroyar vunnu fýra stig á rað og løgdu seg á odda 24-18, áðrenn settið varð vunnið 25-21.
Annað sett minti um tað fyrsta, og eftir 9-9 fóru Føroyar framum 12-9. Ísland svaraði tó aftur og javnaði til 13-13, men gleðin hjá teimum var stokkut, tí Føroyar vunnu fýra á rað og løgdu seg á odda 17-13 og síðani 20-15, áðrenn settið varð vunnið 25-18.
Mynstrið endurtók seg í triðja setti, men endin var ein annar, tí eftir at Føroyar høvdu verið á odda 8-5, javnaði Ísland til 11-11, og hareftir skiftust liðini um at vera á odda, til Ísland hevði vunnið 25-23.
Eftir javnleik 5-5 í fjórða setti, hevði Ísland hug at draga frá, og endin varð at Ísland vann 25-20, og so skuldi dysturin avgerast við javnbrótara.
Føroyar fingu flúgvandi byrjan og løgdu seg á odda 3-0, men Ísland javnaði til 6-6 og fór síðan framum 10-9, 11-10 og 12-11. Føroyar vunnu síðani tríggjar bóltar á rað, og fóru framum 14-12, og eftir at Ísland hevði yvirlivað fyrra dystarbóltin, smassjaði Bjarni Joensen Føroyar til 15-13 sigur.
Bjarni var eisini toppskorari hjá Føroyum við 27 stigum; 24 av teimum við smassjum. Bróðurin Hjørtur fekk 21 stig; 18 upp á smassj. Wang brøðurnir, Jóhan Arni og Jákup Árni, fingu tilsamans 19 stig; sjey við vinnarablokki.
Leygardagin kl. 16 spæla menninir hjá Føroyum ímóti sterka svenska liðnum.
Kvinnurnar spæla leygardagin kl. 19 í Luksemborg ímóti Íslandi.
Føroyska manslandsliðið:
- Bjarni Joensen, kantur
- Filip Ilic, Kantur
- Hákun Nón, Kantur
- Mattias Nolsøe Isaksen, kantur
- Hjørtur Joensen, diagonalur
- Hjørtur Sólstein, diagonalur
- Niels Niclasen, hevari
- Thorvald Danielsen, hevari
- Silas Poulsen, libero
- Tórður Gunnarsson Højsted, libero
- Vuk Ilic, miðblokkur
- Jákup Árni Elisson Wang , miðblokkur
- Rani Ákason, miðblokkur
- Jóhan Arni Elisson Wang, miðblokkur
Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: Niklas Reginsson, NB Fysioterapi