,

Føroyar kunnu helst skjótt útflyta fiskavørur til Brasil

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyar hava nú fingið landagóðkenning frá Brasil, og føroyingar kunnu sannlíkt skjótt útflyta fiskavørur til stóra suðuramerikanska landið.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, hevði í gjár fund við brasilskan vararáðharra, har hon fekk handað landagóðkenningina, sum er eitt týdningarmikið stig í tilgongdini at útflyta til Brasil.

Í okkurt um 15 ár hava føroyskir myndugleikar arbeitt fyri at fáa eina heilsufrøðiliga avtalu við Brasil. Serliga føroyskir saltfiskaframleiðarar hava havt ynski um at fáa atgongd til brasilska marknaðin, har føroyskur saltfiskur fyrr var seldur í stórum nøgdum.

Í fjør vóru umboð fyri brasilska matvørumyndugleikan á eftirlitsvitjan í Føroyum, og vitjanin eydnaðist væl.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er nú viðurkend av brasilsku myndugleikunum og kemur framyvir at standa fyri øllum heilsufrøðiligu viðurskiftunum við Brasil.

Eisini umrøddu partarnir á fundinum, hvussu samhandil og samstarv millum londini kunnu mennast, og landsstýrið hyggur nú eftir møguleikanum at skipa fyri einari vinnuferð til Brasil.

– Brasil er ein stórur og áhugaverdur marknaður fyri Føroyar, og telist millum størstu búskapir í heiminum, sigur Sirið Stenberg.