Fýra dystir í Betrideildini í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

13. umfar í Betrideildini við monnum verður spælt í dag og í morgin. Fýra dystir eru í dag og í morgin spæla B36 og NSÍ í Havn.

Fyrsti dysturin í dag er klokkan 15.00 í Sørvági, har Country Festivalur er um vikuskiftið. KÍ vitjar 07 Vestur, og her er suverena oddaliðið KÍ sjálvandi stórfavorittur at vinna, hóast 07 Vestur hevur vent gongdini nakað síðan venjaraskiftið herfyri.

Klokkan 15.40 spæla TB og Víkingur í Trongisvági. Nógv órógv hevur verið í TB, og fyrrverandi landsliðsleikarin, Gilli Sørensen, fer at skifta til KÍ, tá ið flytingarvindeyga letur upp í morgin. Hann hevur sostatt loyvi at spæla við TB í dag, men tað ger hann neyvan. Tey flestu munnu vænta at Víkingur vinnur hendan dystin móti botnliðinum í Betrideildini. Men tað vísir seg tó altíð at vera trupult at vinna á vøllinum við Stórá í Trongisvági.

Klokkan 18 tekur EB/Streymur móti FC Suðuroy. Skal FC Suðuroy koma úr botninum, mugu teir fara eftir stigum í hesum dystinum. EB/Streymur liggur hinvegin rímiliga tryggir mitt á stigatalvuni, og teir mugu metast at vera favorittar heima í Hólmanum á Eiði.

Klokkan 18 tekur B68 móti HB í Fuglafirði. Dysturin verður ikki spældur á Toftum, tí har verður graslíkið skift. HB hevur eftir venjaraskifti reist seg eftir eina sera vánaliga byrjan, og hevur tikið stig frá øllum toppliðunum. Nú skulu teir so royna seg móti einum liði í niðara enda, og tað er ofta ikki so lætt, sum ein skuldi hildið. HB hevur eisini ofta havt trupulleikar av B68, og harafturat hava teir fleiri ferðir fingið vánalig úrslit í Fuglafirði.


Dystarskrá:

Leygardag

  • 15:00: 07 Vestur – KÍ
  • 15:30: TB – Víkingur
  • 18:00: EB/Streymur – FC Suðuroy
  • 18:00: B68 – HB

Sunnudag

  • 15:00 B36 – NSÍ

Stigatalva Betrideildin menn

  DVJTMFMMStig
11211104173434
2NSÍ1290351163527
3HB128132622425
4B36126241917220
5Víkingur125251413117
6EB/Streymur125251219-717
7B68124261526-1114
807 Vestur122191521-67
9FC Suðuroy122010730-236
10TB121381039-296