Heimildarmaðurin hjá FM1: TB má styrkja seg

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr heimildarmannin hjá FM1, Rúna Klein Joensen taka samanum dystin TB-Víkingur 0-3 (0-3). Rúni heldur TB er hart rakt nú stýrimaðurin, Gilli R. Sørensen er farin aðrar leiðir, og TB má styrkja seg fyri at bøta um støðuna. Víkingur hevur fyrr havt trupuleikar av TB, men als ikki í sama mun í dag. Í seinna hálvleiki skifti Víkingur nógv fólk út fyri at spara stuðulsleikararnar til seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið móti B68, og tað merkti avrikið í seinna hálvleiki. Tann dysturin verður leiktur týskvøldið klokkan 18.30.