Norskur venjari fríkendur fyri álvarsaman harðskap móti kenda soninum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eftir seks vikur í rættinum var norski venjarin í fræslum ítrótti, Gjert Ingebrigtsen, frikendur fyri harðskap móti soninum, stjørnurennaranum, Jakob Ingebritsen, og einari dóttur.

Hann var kortini dømdur 15 daga treytaða fongulsrevsing fyri ein harðskapstilburð, har hann sló dóttrina við einum handklæði. Hann skal eisini rinda 10.000 norskar krónur í endurgjaldi.

Rætturin vísti á, at próvførslan ikki vísti, at hevði framt Gjert Ingebritsen álvarsaman harðskap, sum ákæran snúði seg um.

Gjert Ingebrigtsen, sum í nógv ár vandi synirnar í frælsum ítrótti, var ákærdur fyri kropsligan og sálarligan ágang móti tveimum av børnum sínum.

Olympiski rennarin Jakob Ingebrigtsen vitnaði móti pápa sínum, Gjert Ingebrigtsen, í rættarmálinum um harðskap í familjuni.

Rættarmálið hevur havt sera stóran almennan áhuga í Noregi, tí Ingebrigtsen-familjan hevur verið millum kendastu ítróttarfamiljur í Noregi seinnu árini.

Jakob Ingebritsen og systurin lýstu í rættinum ein harðligan og strongdan uppvøkstur, meðan onnur í familjuni vístu á, at tey høvdu einki sæð til álvarsaman harðskap.

Dómararnir vístu á, at próvførslan ikki gav greitt grundarlag fyri, at Gjert Ingebritsen hevði útint støðugan harðskap móti børnum sínum.