Matstovan Paz við Poul Andrias Ziska á odda, hevur fingið tvær Michelin-stjørnur, bert tveir mánaðir eftir at hon lat upp. Handanin fór fram í Annebjerg Kulturpark í Odsherred í Danmark
Tað merkir, at Poul Andrias Ziska aftur hevur megnað at fáa hesa viðurkenning, júst sum hann gjørdi á Koks, sum stongdi í fjør.
Paz heldur til í veghæddini á Hotel 62 Norð og hevur longu skrivað seg í søguna sum ein av mest framúrskarandi matstovum í Norðurlondum. Føroyar hava nú aftur eina matstovu við tveimum Michelin-stjørnum.
Í grundgevingunum sigur Micheline:
– PAZ í Tórshavn, í Føroyum, hevur fingið heiðurspláss í ár og komið beinleiðis inn í guidina við tveimum Michelin-stjørnum. Eftir at hava verið í Grønlandi er lokali kokkurin Poul Andrias Ziska nú farin undir sítt egna matstovuprojekt í høvuðsstaðnum. Tann intensiva og minniliga upplivingin bjóðar gestum framúrskarandi rættir, har dugnaliga toymið skapar persónliga tillagaðar smakkupplivingar úr rávørum úr nærumhvørvinum – bæði landi og sjógvi. Hetta gevur eitt serligt brá av føroyskari matmentan, við megnarligum nýskapan av siðbundnum uppskriftum.