Starvsnevndin í hondbóltssambandinum heldur fram

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Vestmanna. Sitandi starvsnevnd heldur fram.

Aðalfundurin var hildin í Vestmanna í samstarvi við VÍF. Eftir aðalfundin bjóðaði Vestmanna kommuna smyrjibreyð og vóru eisini ungdómslandsdystur millum U17- og U19-kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Íslandi spældir har seinni um dagin.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jógvan Emil Nielsen, næstformaður, Heini Ellingsgaard, nevndarlimur, Kristian Østergaard, nevndarlimur og Høgni Vilhelmsen, varalimur. Teir vóru allir afturvaldir.

Sitandi starvsnevnd telur sostatt hesar limir:

  • Gunn Ellefsen, forkvinna
  • Jógvan Emil Nielsen, næstformaður
  • Durita Thomsen, nevndarlimur
  • Heini Ellingsgaard, nevndarlimur
  • Kristian Østergaard, nevndarlimur
  • Birgir Kass, varalimur
  • Høgni Vilhelmsen, varalimur