U21-manslandsliðið í hondbólti, spælir í dag klokkan 10.45 móti Íslandi í HM-endaspælinum, sum verður spælt í Póllandi.
Hesi bæði liðini kennast væl og hava spælt nógvar venjingardystir móti hvørjum øðrum seinnu árini. Í útgangsstøði kann væntast, at dysturin verður javnur.
Føroyar vunnu fyrsta dystin móti Norðurmakedonia 33-28, og eydnast at vinna í dag, eru útlitini fyri at koma víðari í millumspælið sera góð.
Leygardagin spæla Føroyar móti Rumenia.
Stroymið dagsins dyst her:
Føroyski U21-hópurin
Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikararnar til U21 HM-endaspælið í manshondbólti í Póllandi seinni í juni.
Málverjar:
Vinstri vengur:
- Sofus í Selvindi, StÍF
- Rói Seyer Hjaltason, H71
Høgri vengur:
- Niklas Gaard, Neistin
- Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Strikur:
- Tóki Fríðriksson, KÍF
- Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
- Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (Svøríki)
Bakkar:
- Óli Mittún, GOG (Danmark)
- Høgni Heinason, H71
- Høgni Højsted, H71
- Rókur Ziskason, H71
- Búi D. Poulsen, Grindsted GIF (Danmark)
- Trúgvi Hávardsson, StÍF
- Tróndur Johnsson, VÍF
Málverjavenjari er Mladen Mjerimacka, fysioterapeutur er Durita Rouch og liðleiðari er Høgni Vilhelmsen.
32 lið eru við í kappingini, sum verður spæld í Póllandi í døgunum 18. – 29. juni í býunum Plock,