Varandi Vinna, eitt netverk fyri grøna orkuskiftið, hevur nú eitt ár á baki. Tað varð sett á stovn í 2024 av Vinnuhúsinum, og í dag eru 32 føroyskar fyritøkur við. Endamálið er at fremja burðardygga menning.
Netverkið hevur víst, at stórur tørvur er á samstarvi, samskifti, vitanardeiling og praktiskum amboðum. Fyrsta fokusøkið hevur verið útlát, og limafyritøkurnar hava sett sær mál í tráð við París-sáttmálan.
Tølini vísa, at fyritøkurnar standa fyri 29 prosentum av orkunýtsluni í Føroyum. Í 2024 var samlaða útlátið 318.154 tons CO₂. Flestu limir leggja um frá olju til el, og tey stuðla almenna málinum um 100 prosent varandi elorku í 2030, hóast nógv bendir á, at málið ikki verður rokkið.
Í fjør vóru 271 GWt framleidd av varandi elorku. Av hesum komu 115 GWt frá privatum fyritøkum. Uttan privat átøk hevði talið verið munandi lægri.
Nýggir limir í stýrinum
Á ársfundinum varð nýtt stýri valt. Í fráfarna stýrinum sótu Poula Michelsen, Regin Jacobsen, Turið F. Arge, Mouritz Mohr, Anna Kalsø, Bjartur V. Hjaltalin og Niels Winther. Í nývalda stýrinum sita:
- Ingunn Eiriksdóttir, Betri Trygging
- Jón H. Atlason, Hiddenfjord
- Ulla Joensen, Elektron
- Mouritz Mohr, MEST Shipyard
- Anna Kalsø, J&K Petersen Contractors
- Bjartur Vestergaard Hjaltalin, Búsetur
- Niels Winther, Vinnuhúsið – House of Industry