, ,

Fyrsti finski yrkisleikarin spældi við HJK Helsinki

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Taavi Aulis Rytkönen var ein finskur fótbóltsleikari. Hann gjørdist fyrsti finski yrkisleikarin, tá ið hann skrivaði undir við franska liðið Toulouse FC í 1952, har hann spældi átta kappingarár (1952-1960) og vann fronsku steypakappingina í 1957. Hann var ein áleypari, sum byrjaði fótbóltslívsleiðina við KuPS Kuopio í 1945, áðrenn hann vendi aftur til Fraklands, har hann arbeiddi sum leikandi-venjari hjá HJH Helsinki árini 1960-66 og sum venjari frá 1967-71.

Rytkönen spældi 37 landsdystir fyri Finnland og skoraði sjey mál árini 1948-64. Hann spældi fyri Finnland undir OL 1952 í Helsinki. Hann arbeiddi eisini sum landsliðsvenjari frá 1975 til 1978. Hann varð valdur sum ársins finski leikari í 1949, 1950 og 1952.

Aulis Rytkönen (f. 5. januar 1929 – d. 16. apríl 2014) varð føddur í eina arbeiðarafamilju í lítlu savonisku bygdini Karttula í Eysturfinnlandi. Tey fluttu stutt eftir til Kuopio, har hann vaks upp. Eftir nøkur ár á verksmiðjuliðnum, valdi Aulis at skifta til Kuopion Palloseura (KuPS) fyri at blóma í einum meira miðvísum og framsøknum umhvørvi. Pápin var ikki við upp á tað, men mamman játtaði. Pápin dugdi heldur ikki at ímynda sær, at Kuopio-fjeppararnir fóru at rópa “syöttäkee Oolikselle!” (“Spæl bóltin til Aulis!”), tá áskoðararnir ikki vóru nøgdur við spælið hjá KuPS.

Aulis Rytkönen var bert 16 ára gamal, tá ið hann spældi fyrsta dystin fyri KuPS ímóti KPT í einum økisdysti, og hann skoraði tvey byrjanarmál. So hevði hann eisini gjørt vart við seg. Hann helt støðið komandi árini og skoraði 9 mál um árið; eisini eftir, at felagið var flutt upp.

Í byrjanini av 1950-árunum hevði KuPS sítt glæsiliga tíðarskeið og Rytkönen var tá í tjúgunum. Útlendsk feløg byrjaðu at leggja merki til sera kvika áleyparan, men finska fótbóltssambandið setti seg í vegin, tí OL 1952 skuldi spælast í Helsinki og tá sluppu yrkisleikarar ikki á landsliðið. Finska landsliðið kláraði seg ikki væl, men tað gjørdi Aulis Rytkönen hinvegin og fekk sáttmála við franska 2. deildarfelagið Toulouse FC. Frammanundan høvdu franska Stade Français, spanska Atlético de Madrid og eitt ónevnt italskt felag ligið framvið. Eisini skuldi Rytkönen giftast og lánti í tí sambandi 2.000 frankar frá KuPS.

Byrjanin í Fraklandi var líka gandakend sum fyrsti dystur heima í Finnlandi, tí hann skoraði og legði upp í 2-0 sigrinum á Cannes hin 11. januar 1953. Og síðsta dystin í kappingarárinum vísti hann enn eina ferð síni gandakynstur, tá Toulouse FC og AS Monaco bæði høvdu møguleika at flyta upp. AS Monaco hevði bjóðað Valenciennes 20.000 frankar, um teir kýttu seg ímóti Toulouse, men Aulis Rytkönen vildi tað øðrvísi, tá ið hann skoraði sigursmálið stutt fyri leiklok og Toulouse flutti upp. Monakobúgvar noyddust hinvegin at býta í súra grasið.

Toulouse gjørdi beinanvegin vart við seg í bestu deildini og endaði nr. 4 bert trý stig frá meistaraheitinum í 1953-54. Árið eftir endaði felagið nr. 2 bert fýra stig frá meistaraheitinum. Avgerðin mundi falla, tá Rytkönen fekk eina takling í grannadystinum um Garonne ímóti Girondins de Bordeaux. Hann endaði á sjúkrahúsinum og var skaddur í langa tíð. Hesaferð var tað Rytkönen, sum noyddist at býta í súra grasið.

Rytkönen spældi lítið og onki árið eftir orsakað av skaðum, og Toulouse endaði afturi á einum 7. plássi. Í 1956-57 vísti Rytkönen øll síni gandakynstur. Monsieur Magic var óstýriligur og vísti øll síni evnir, serliga í steypakappingini, har Toulouse-liðið vann seg í finaluna við sigri á verandi fronsku meistarunum úr OGC Nice. Í finaluni gjørdi Rytkönen bart og legði upp til heili fýra mál í 6-3 sigrinum á Angers SCO. Bert fáar dagar seinni vann Toulouse 2-1 á ensku steypavinnarunum úr Aston Villa. Aftur lógu Olympique de Marseille og Strasbourg framvið at fáa Rytkönen, men Toulouse vildi ikki sleppa finska gandakallinum.

Tað var formaðurin í HJK og á blaðnum Apu, Olli Lyytikäinen, – pápi Olli-Pekku Lyytikäinen, enn formaður í HJK og á blaðnum Apu – sum bjóðaði Rytkönen eitt ábyrgdarstarv á blaðnum Apu, men eisini ein sáttmála sum leikandi-venjari í 1960. Rytkönen tók av.

Tíverri vóru 1960-árini eitt baldrut áratíggju fyri felagið eins væl og fyri Rytkönen. Fyrst byrjaði tað við niðurflyting og heldur ivasomum avrikum, men Rytkönen skoraði kortini eitt hattrick í grannadystinum ímóti HIFK, sum endaði við 3-3 javnleiki.

1964 var byrjanin til glæsiliga tíðarskeiðið hjá HFK, hóast tað var einasta árið, at felagið megnaði at vinna meistaraheitið. HJK dróg nógv fólk til sín og tað er ikki óvanligt at síggja fleiri enn 10.000 áskoðarar, eins og undir dysti ímóti mæta Manchester United í Europa Cuppini. Í 1966 vann HJK finsku steypakappingina fyri fyrstu ferð nakrantíð og tað var eisini seinasta kappingarárið hjá Rytkönen sum leikari, síðani byrjaði venjaraleiðin av álvara og hann stjórnaði felagnum fram til 1971. Síðani tók hann leiðsluna av kvinnuliðnum fram til 1996, áðrenn hann legði fótbóltin frá sær med alla. Honum eydnaðist at vinna meistaraheitið við bæði monnum og kvinnum.

Monsieur Magic andaðist 16. apríl 2014 og var tá 85 ára gamal.