Í góðveðrinum í gjár var prógvhandan á Tekniska skúla í Klaksvík, tá ið fýra næmingar á Serbreytini fingu handað prógv.
Til prógvhandanina hildu Helena Jørmundson, forkvinna í Javna, og Maja Joensen, starvsfólk á Serbreytini, røðu fyri pisunum.
Tey, sum fingu prógv, eru: Kristian Bólstein, Ronja Nysted, Laura Johannesen og Ronja Høghamar.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við próvnum.
Eisini fingu Laura Johannesen og Kristina Zachariassen eina gávu fyri bestu uppmøting.