Hesir 16 fara til European Open í Göteborg

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

U19-landsliðið í hondbólti hjá monnum, sum skal til European Open i er úttikið. Dystirnir verða leiktir í Göteborg samstundis sum Partille Cup er.

Kappingin er fyrst og fremst liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið, sum verður í Kairo í Egyptalandi í august. Hesir eru úttiknir til European Open, sum verður leikt í døgunum 30. juni – 4. juli.


Málverjar:

  • Ingi Johannesen, H71
  • Bjarni Gunnarson Jacobsen, VÍF

Útileikarar:

  • Filip Haldansen, VÍF
  • Jákup Egholm, H71
  • Hanus Gunnarson, H71
  • Magnus Árason, GOG
  • Helgi Jakob Halldorsson, H71
  • Haraldur Karlsson, H71
  • Jógvan Andreas Lamhauge, H71
  • Lýðar í Dímun, Neistin
  • Rúnar Hammer, BSH
  • Fríði í Innistovu, VÍF
  • Erling Erlendsson, Kyndil
  • Brandur Hansen, VÍF
  • Pauli Rasmussen, StÍF
  • Jón Midjord, H71

Innleiðandi skráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Mánadagin 30. juni
Kl.10.45 Føroyar – Niðurlond
Kl.16.45 Føroyar – Finnland

Týsdagur 1. juli
Kl. 09.30 Svøríki – Føroyar

Mikudagur 2. juli
Kl. 12.00 Kroatia – Føroyar