Hoyr Trygva Absalonsen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í 2-1 sigrinum hjá KÍ á B36 við Djúpumýru í Klaksvík. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við liðskiparin hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, ið heldur, at talan var um ein mannfólkadyst sum ikki fór ov langt. Trygvi tosaði eisini við 17 ára gamla, Djóna Sivertsen sum skoraði fyrsta málið fyri B36 í bestu deildini. Hann ætlar at stríðast fyri at fáa meiri spælitíð á besta liðnum. Mynd: Trygvi Absalonsen. Savnsmynd: Djóni Sivertsen við høvuðsvenjaranum í fjør, Magne Hoseth.

Savnsmynd: b36.fo