Brandur hevur eina tóma kenslu aftaná fjórða dystin á rað uttan sigur

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr Pætur Nolsøe siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum við Løkin: NSÍ-Víkingur 1-1 (1-0). Hoyr eisini samrøðunar Pætur gjørdi við Brand H. Olsen, málskjútta hjá NSÍ, og við Ara Olsen hjá Víkingi. Brandur sigur seg hava eina tóma kenslu aftaná at hava mist sigurin í yvirtíðini, og nú talan er um fjórða dystin á rað uttan sigur hjá NSÍ. Ari fegnast um stigið móti dystarenda, men iðrar seg um, at Víkingur lat mál inn beint undan steðginum.