Fult umfar var í Betrideildini í fótbólti um vikuskiftið.
NSÍ – Víkingur 1-1 (1-0)
Fyrst í kappingarárinum spældi NSÍ flótandi álopsspæl og hevði fult stigatal eftir átta umfar. Síðan hava teir bara fingið fulla úttøku í einum stórsigri móti FC Suðuroy.
Í gjár var NSÍ á veg til sigurs móti Víkingi á heimavølli, eftir at Brandur Olsen legði teir fram um beint fyri hálvleik, tá ið hann høgdi eitt skot í málið úr spískum vinkli.
Annars var ikki nógv at síggja til flótandi álopsspælið hjá NSÍ, sum í gjár bara manglaði Petur Knudsen av stóru nøvnunum.
Allan seinna hálvleik vardi NSÍ leiðsluna, og Víkingur hevði trupult at koma til veruligar møguleikar. Í seinasta minutti eydnaðist kortini Víkingi at javnað, tá ið Poul Kalsberg skallaði bóltin í málið.
KÍ – B36 2-1 (1-0)
Hjá KÍ er hinvegin eingin slingur í valsinum. Teir komu fram um í fyrra hálvleiki móti B36, tá ið Marius Kryger Lindh gjørdi sjálvmál. Trettan minuttir fyri tíð staðfesti Deni Pavlovic sigurin, og so var og ov seint hjá B36, tá ið innskifti Djóni Sivertsen minkaði til 2-1 í yvirtíðini.
07 Vestur – HB 1-2 (1-2)
Heimaliðið 07 Vestur gav HB góða mótstøðu í Sørvági, og kundu kundu teir saktans havt lagt seg fram um fyri steðgin. Men 07 Vestur tók ikki av málmøguleikunum, og beint eftir steðgin var tað í staðin Emil Grøn Pedersen, sum legði HB fram um, og løtu seinni fluktaði Leivur Guttesen bóltin málið til 2-0.
Tað kom tó spenningur í dystin aftur, tá ið Tobias Giusti minkaði fyri 07 Vestur, og vágamenn høvdu eisini onkrar rímiligar møguleikar at javna. Endin var tó, at HB vann, og góða gongdin við André Olsen sum venjara heldur fram. HB fór við sigrinum fram um NSÍ upp á annað plássið.
FC Suðuroy – B68 0-3 (0-1)
Leygardagin spældu FC Suðuroy og B68 í Vági. Heimaliðið hevði sínar møguleika, men einum botnliðið so líkt, so vísir tað seg, at vera torført at fáa bóltin í málið. Í staðin legði Sebastian Nielsen B68 fram um miðjan fyrra hálvleik.
FC Suðuroy hevði nógv spæl í seinna hálvleiki, men tað vóru Marjus Nón og Jóhan Josephsen, sum tryggjaði B68 ein 3-0 sigur.
TB – EB/Streymur 1-1 (0-0)
Í Jóansøkudystinum eydnaðist heldur óvæntað TB at fáa stig móti EB/Streymi. Leingi var heimaliðið á veg móti øllum trimum stigunum, eftir at Samudeen Masah hevði lagt teir fram um, tá ið hálvur tími var eftir at spæla. Fimm minuttir fyri tíð eydnaðist kortini innskifta Thomas Bjørn Miezan at javna.
Savnsmynd: Sverri Egholm
Stigatalvan
D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | KÍ | 14 | 13 | 1 | 0 | 47 | 8 | 39 | 40 |
2 | HB | 14 | 10 | 1 | 3 | 32 | 24 | 8 | 31 |
3 | NSÍ | 14 | 9 | 2 | 3 | 54 | 19 | 35 | 29 |
4 | Víkingur | 14 | 6 | 3 | 5 | 18 | 14 | 4 | 21 |
5 | B36 | 14 | 6 | 3 | 5 | 22 | 21 | 1 | 21 |
6 | EB/Streymur | 14 | 6 | 3 | 5 | 15 | 21 | -6 | 21 |
7 | B68 | 14 | 5 | 2 | 7 | 19 | 30 | -11 | 17 |
8 | 07 Vestur | 14 | 2 | 1 | 11 | 16 | 27 | -11 | 7 |
9 | TB | 14 | 1 | 4 | 9 | 11 | 43 | -32 | 7 |
10 | FC Suðuroy | 14 | 2 | 0 | 12 | 8 | 35 | -27 | 6 |