Uttanríkis og vinnumálaráðið boðar frá, at amerikanski kavbáturin USS Delaware kemur í Nólsoyarfjørð í dag
Talan er um ein kjarnorkuriknan kavbát, sum fyrr hevur verið í Føroyum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar kjarnorkuyvirvøku og onnur tilbúgvingaratlit í sambandi við vitjanina. Tjaldrið fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi.