Steffan spyr um ætlanir eru at goyma samskiftisdátur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingsmaðurin Steffan Klein Poulsen hevur sett landstýrismanninumí lógarmálum, Bjarna Kárasyni Petersen, ein skrivligan fyrispurning um, hvørt Føroyar fara at seta í gildi reglur, ið líkjast donsku “logningsbekendtgørelsen”.

Hendan kunngerðin krevur, at telesambands- og internetveitarar goyma upplýsingar um, hvør samskiftir við hvønn, nær og hvar – tó ikki innihaldið í samskiftinum, men so nevnt metadata.

Orsøkin er, at tað við dynamiskum IP-adressum er torført at fylgja sporunum hjá netbrotsmonnum, um dátur ikki verða loggaðar.

Í Danmark verður hetta nýtt sum liður í at basa álvarsomum kriminaliteti, millum annað yvirgangi og barnaporno.

Steffan Klein Poulsen vil hava at vita, um og nær somu skipan verður sett í gildi í Føroyum.