,

Hvalastøðin við Áir opin hvørt vikuskifti í summar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hvalastøðin við Áir letur í summar aftur upp fyri almenninginum. Byrjað var í vikuskiftinum og fram til 10. august ber til at vitja staðið hvønn leygardag og sunnudag frá klokkan 10 til 17. Savnsvaktir taka ímóti, og rundvísingar eru klokkan 11, 13 og 15.

Seinastu vikurnar hevur verið nógv stákan fyri at gera støðina klára. Starvsfólk á Tjóðsavninum hava sett nýggja skelting upp og fríðkað økið, við hjálp uttanifrá. Hetta arbeiðið er ein liður í at varðveita og miðla Hvalastøðina sum ídnaðarsavn.

Eisini verður arbeitt við at seta upp stóran skølt av avgusti, sum varð hálaður upp á planin í 2013. Filmsbrot av hendingini, tá ið avgusturin brast, gjørdist víðakent á netinum.

Myndir: Margretha Nónfjall / Tjóðsavnið