Nýggi bygningurin hjá LÍV fingið navn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nýggi bygningurin hjá Lív á Óðinshædd eitur nú Óðinsbrú.

Navnið er sprottið úr eini navnakapping við yvir hundrað uppskotum. Sambært LÍV samspælir navnið væl við staðsetingina, tí bygningurin minnir um eina brúgv á einum skipi, har Óðin stendur og skoðar út yvir Nólsoyarfjørð.

LÍV sigur, ati búmerkjapartinum var eitt uppskot, ið skaraði framúr, og tað var Henry á Fríðriksmørk, sum vann. Búmerkið er ein sirkul og ein vatnrøtt strika, og hóast tað brýtur við vanligar stavsetingarreglur, so sigur LÍV, at strikan umboðar javnvág, neyvleika og tryggleika.

Navnið og búmerkið verða nú partur av samleikanum hjá bygninginum, har bæði LÍV og Norðoya Sparikassi fara at hava skrivstovur frá 4. august.