Jon Hestoy er settur sum høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag. Eftir at hava verið fyribils venjari í fýra mánaðir, hevur hann skrivað sáttmála fram til Oyggjaleikirnar í 2027, sum verða í Føroyum.
Jon Heystoy er 65 ára gamal og av Tvøroyri. Hann hevur verið virkin í føroyskari svimjing í meira enn 60 ár.
Hansara svimjileið byrjaði í lítla 12,5m hylinum á Tvøroyri og kom í hæddina, tá ið hann svam í Mission Viejo í Los Angeles hjá víðagitna amerikanska venjaranum Mark Schubert og fyri danska felagið AGF í 80’unum.
Í hesum tíðarskeiði tók hann níggju donsk met, í 200m firvald, 400m blandað, 800m frí og 1500m frí.
Jon Heystoy setti eisini eitt heimsmet, tá ið hann í Aarhus í 1982 svam 89.174 metrar uppá 24 tímar.
Hann hevur áður verið venjari hjá felagnum og formaður í Svimjisambandi Føroya í 15 ár.
Hann hevur eisini verið limur og varaformaður í European Aquatics Open Water frá 1998 til 2021
og limur í World Aquatics Open Water frá 2013 til 2017.
Havnar Svimjifelag er størsta svimjifelag í Føroyum við yvir 400 limum og umstøðum í heimsflokki.