Hondbóltssambandið boðar frá, at í morgin, mikudagin 25. juni klokkan 10.00, verða føroysku atgongumerkini til meginumfarið í EM-endaspælinum hjá monnum til sølu.
Talan er um atgongumerki til meginumfarið í Malmö, har nummar 1 og 2 úr bólkinum hjá Føroyum í Oslo skulu víðari til.
Hóast tað ikki er greitt hvørji lond koma víðari, Slovenia, Føroyar, Montenegro ella Sveis, so hava londini longu fingið tillutað atgongumerkini at selja.
Leinki verður lagt út í mikudagin klokkan 10.00 á heimasíðuna hjá HSF og facebook.
Atgongumerkini kunnu bert keypast sum dagsatgongumerki til hvønn dystardag sær.
Tríggir dystir eru hvønn dag, dagarnar 23., 25, 27, og 28. januar.
Atgongumerkini kosta 1030 DKK fyri hvønn dag.