Trummuspælarin í Toto spælir tá Fámjinstunnilin letur upp

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nógv verður gjørt burtur úr, tá ið Fámjinstunnilin letur upp seinnapartin, og millum annað spælir Tvøroyrar Hornorkestur verkið Merkið, sum Pauli Hansen hevur skrivað til høvið.

Heilt serstakt er, at trummuspælarin í heimskenda amerikanska rockbólkinum Toto, Shannon Forrest, skal spæla trummur við hornorkestrinum. Tað segði borgarstjórin í Fámjin, Jóanes Lisberg, við FM1, sum tosaði við hann um nýggja tunnilin og hvønn týdning, hann kemur at fáa.

Shannon Forrest gongur saman við føroysku sangarinnuni Kristel Lisberg, sum er ættað av Tvøroyri. Tey bæði eru á myndini.