Steffan Løkin hevur ikki hug at spæla fótbólt longur og gevst

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

NSÍ og lokali leikarin Steffan Løkin hava gjørt av at enda samstarvi. 24 ára gamli leikarin hevur valt at gevast við fótbóltinum av persónligum ávum.

Í samrøðu við bolt.fo sigur Steffan Løkin:

– Eg havi bara ikki havt so góðan hug til fótbóltin í meir enn eitt ár… tað bleiv bara for nógv.

Hann greiðir frá, at hann ikki longur helst tað vera stuttliga at møta hvørki venjingarnar ella dystirnar, og tí varð avgerðin tikin um at leggja bóltin á hillina, í hvussu so er fyribils.

Í NSÍ er tey hørm um støðuna, men virða avgerðina:

– Vit ynskja tær og familjuni alt tað besta í framtíðini, sigur felagið.

Steffan Løkin hevur sambært FaroeSoccer hevur spælt 122 dystir og skorað 28 mál í bestu deildini. Í 2023 var hann toppskjútti hjá NSÍ í 1. deild við 19 málum.

Steffan Løkin útilokar ikki at koma aftur í framtíðini, men dugir ikki orduliga at síggja tað fyri sær, sum støðan er beint nú.

Mynd: Sverri Egholm