Tað eru stórir spenningar í Póllandi, har føroyska U21-landsliðið í hondbólti skal spæla hálvfinalu móti Portugal í kvøld klokkan 20.
Eftir ein søguligan sigur í fjóðringsfinaluni móti Slovenia við 35-33 hava føroysku spælararnir fingið stutta hvíld og eina løtu at njóta sigurin. Men nú er alt fokus sett á Portugal.
– Vit vilja meira, segði liðformaðurin eftir dystin. Hann vísti á, at eitt HM-heiðursmerki hevði verið svakliga stórt.
Tað verður tó ein truplur dystur. Portugal hevur higartil vunnið allar sínar dystir í endaspælinum og hevur eitt sera sterkt lið. Millum annað verjir málmaðurin Rema Marques málið. Hann er longu komin á A-landsliðið.
Føroysku spælararnir hava hvílt, etið eina sandwich og lagt telefonina frá sær. Nú er tað fyrireiking, bæði kropsliga og taktiskt, fram til avgerandi dystin.
Í kvøld klokkan 20.00 verður tað Føroyar og Portugal í Sosnowiec.
Portalurin verður eisini á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum.