,

Fongsulsrevsing fyri at hótta politikara

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein maður í fjøritunum varð í gjár dømdur 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta ein politikara í beinleiðis boðum á Messenger. Tað skrivar Føroya Politi.

Boðini, sum maðurin nú er dømdur fyri, ljóðaðu soleiðis: “Slepp tær úr politikki, árenn tinghúsið verður stormað ella onkur brennur tað niður.”

Maðurin játtaði í Føroya Rætti, at hann hevði skrivað hetta til politikaran. Hann greiddi frá, at orsøkin var, at hann var sera misnøgdur við politikkin og almennu útsagnirnar hjá politikaranum. Maðurin tvíhelt tó um, at talan ikki var um eina hóttan.

Føroya Rættur var samdur við ákæruvaldinum í, at talan var um brot á § 119, stk. 1, sum verjir alment sett starvsfólk. Maðurin varð dømdur 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri brotið. Maðurin hevur nú 14 dagar at taka støðu til, um málið skal kærast til Landsrættin.