So gekk ikki longur hjá U21-dreingjunum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

U21 HM hálvfinala
Føroyar – Portugal 29-29 (12-15) (34-34 eftir 1. umdyst) (37-38 eftir 2. umdyst)

Ísak Vedelsbøl hevði møguleikan at javna við brotskasti í seinasta sekundi í seinna umdystinum í sera spennandi hálvfinaluni í U21-HM móti Portulgal. Men tíverrri brendi hann, og so var føroyska U21-ævintýrið í Póllandi av.

HM-endapælið var enn eitt sera gott avrik hjá einum føroyskum hondbóltslandsliðið, og tað staðfestir, at føroyskur hondbóltur framvegis er á veg upp eftir, hóast vit ongantíð hava flogið so høgt áður.

Tríggir av dreingjunum, Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og Aleksandar Lacok eru longu á manslandsliðnum, og aðrir vístu í U21 HM-endaspælinum, at teir hava evnini at gerast framtíðar landsliðsleikarar, um teir leggja neyðugu orkuna í yrkisleiðina sum hondbóltsleikarar.


Í dystinum legði Portugal seg fram um skjótt, og helt seg frammanfyri allan fyrra hálvleik. Í hálvleikinum var Portugal frammanfyri 15-12.

Føroyar høvdu truplari enn vanligt at koma gjøgnum verjuna, og portugisar høvdu betri tak á Óla Mittún enn hini londini hava havt.

Portugal var eisini framman fyri fyrsta korterið av seinni hálvleiki. Men okkara dreingir eru gjørdir av heilt serligum stoffi, og brádliga vóru Føroyar komnar fram um. 23-22.

Óli var ein støðug hóttan, og á høgra veingi skoraði Niklas Gaard upp á nærum hvønn einasta møguleika.

Restina av dystinum skiftust liðini um at skora, og endin varð eisini, at dysturin endaði javnur 29-29.

Í longdu leiktíðini, tvær ferðir fimm minuttir, var Portugal á veg til sigurs. Men enn einaferð svaraðu Føroyar aftur og beint fyri tíð javnaði Rókur Ziskason til 34-34.

So var farið undir aðru longdu leiktíð. Aftur hesaferð kom Portugal fram um , og førdi 37-35 í stegðingum. Men aftur hesaferð komu vit aftur í aftur, og høvdu møguleikan at javna í seinasta sekundi. Men nú gekk ikki longur.

Takk fyri frálíkt undirhald, gott spæl og stóran spenning dreingir.


Føroyskir málskjúttar

  • Óli Mittún – 11/14 (79%)
  • Niklas Gaard – 6/7 (86%)
  • Isak Vedelsbøl – 6/10 (60%)
  • Rókur Ziskason – 4/5 (80%)
  • Tóki Fríðriksson – 3/3 (100%)
  • Høgni Heinason – 1/2 (50%)
  • Búi Poulsen – 2/3 (67%)
  • Sofus I Selvindi Nattestad – 2/3 (67%)
  • Trúgvi Hávardsson – 2/3 (67%)
  • Høgni Højsted – 0/0 (0%)
  • Rói Hjaltason Seyer – 0/0 (0%)
  • Óla Jákup Gaard Olsen – 0/0 (0%)
  • Eyðbjørn Danielsen – 0/0 (0%)
  • Tróndur Johnsson – 0/0 (0%)
  • Aleksandar Lacok (má) – 0/0 (0%)
  • Tórstein Sivertsen (má) – 0/0 (0%)