Í dag klokkan 17.00 verður skipað fyri almennari móttøku fyri U21-monnunum í hondbólti á Vaglinum í Havn.
Tað eru Tórshavnar kommuna og Løgmansskrivstovan, sum bjóða til heiðursløtu fyri U21-landsliðnum í hondbólti. Sunnudagin vunnu Føroyar eitt søguligt bronsuheiðursmerki í HM-kappingini fyri U21-landslið í Póllandi.
Havnar Hornorkestur spælir, og bæði løgmaður Aksel V. Johannesen og borgarstjórin Elsa Berg fara at halda røður. Eisini verður orðið latið umboðum fyri Hondbóltssambandið og sjálvum liðnum.
Eftir hátíðarhaldið fáa børn høvi at fáa plakatir og autografar frá spælarunum.
Orsaka av móttøkuni verður Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið frá klokkan 16.30 til 19.30. Eisini verður parkeringsplássið frammanfyri ráðhúsið stongt frá klokkan 13.
