Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. mai 2025 uppskot um at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri fýra matrikklar við Villingadalsvegin í Havn. Talan er um matrikkul nummar 1357b, 1356, 1355, 1354a og 1354b í Tórshavn beint við nýggja Húsareynstunnilin, sum er partur, av Havnarvegi, nýggja innkoyringarveginum til Havnar.
Økið skal nýtast til blandaða bústaðar- miðstaðarbygging, umframt hóskandi fríøki og felags hentleikar til íbúgvar.
Serloyvi kann verða givið til annað virksemi sum handlar, smærri vinnuvirki og stovnar, sum natúrliga hoyra býlinginum til, treytað av, at hetta ikki er til ampa ella spillir dámin á økinum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt við Villingadalsvegin, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 2. juli 2025 til 2. september 2025.
Byggisamtyktina sært tú her: Uppskot til serstaka byggisamtykt við Villingadalsvegin
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 2. septembur 2025.
