,

Fjarskiftisfeløg skulu goyma upplýsingar um netnýtslu hjá fólki

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgmálaráðið arbeiðir við at seta í gildi reglur um logning í Føroyum, sum líkjast donsku logningsbekendtgørelsen. Tað merkir, at fjarskiftisfeløg skulu skráseta og goyma upplýsingar um, hvussu fólk brúka internetið, eitt nú IP-adressur.

Tað sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum í svari til Steffan Klein Poulsen, sum millum annað spurdi, um landsstýrismaðurin ynskir at seta líknandi reglur í gildi, hvat restar í fyri at koma á mál, og hvør orsøkin er, um so ikki.

Bjarna K. Petersen. Hann staðfestir, at arbeitt verður við eini skipan, sum skal hava heimild í rættargangslógini, og sum krevur, at fjarskiftisfyritøkur skráseta og goyma ávísar upplýsingar frá brúkarum í eitt ávíst tíðarskeið. Umframt hetta verður samstarvað við donsku myndugleikarnar, tí talan er um eitt felagsmál.

Løgmálaráðið hevur eisini sett seg í samband við føroysku fjarskiftisfyritøkurnar fyri at kanna, um tær hava tøkniliga útgerð til at loysa uppgávuna. Tá ið greiða er fingið á hesum, verður farið víðari við at seta reglurnar í gildi í Føroyum.