Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag yvir 554 limir. Tað merkir ein vøkstur upp á nærum 150 fyritøkur síðani 2018.
– Vaksandi limatalið vísir, at tørvurin á einari sterkari felagsrødd fyri privatu vinnuna er størri enn nakrantíð, sigur stjóranum, Niels Winther.

Limaskarin fevnir um fyritøkur, sum annaðhvørt eru beinleiðis limir í felagnum, ella eru limir ígjøgnum eina av fýra arbeiðsgevarasamskipanum.
Felagið hevur til endamáls at styrkja um møguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi at kappast og framleiða varandi virði. Samstundis veitir tað ráðgeving innan sáttmála- og setanarviðurskifti, burðardygd og handil.
Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar av umleið 40 sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum, sum fevna bæði um landvinnu, handilsskip og flogvinnu. Á hvørjum ári skipar felagið fyri ymiskum tiltøkum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Felagið heldur til í Vinnuhúsinum, har tað hevur yvirskipaðu ábyrgdina. Har eru eisini fimm arbeiðsgevarafeløg og 10 vinnugreinafeløg, sum arbeiða við at fremja áhugamálini hjá einstøku feløgunum. Øll hesi feløgini eru sjálvstøðug við egnari nevnd og egnari leiðslu.