Verður lættari at lata seg sterilisera

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgmálaráðið hevur lagt fram uppskot til nýggja sterilisatiónslóg.

Endamálið við lógaruppskotinum er at dagføra og nútíðmansgera galdandi lóg um sterilisatión
og kastratión. Samstundis verður lógin føroyska.

Endamálið við uppskotinum er at tryggja fólki lættari atgongd til sterilisatión. Talan er um eitt
tilboð, og eingin heimild er fyri at fremja inntriv, sum eru fevnd av lógini, við tvingsli.

Sambært uppskotinum kunnu fólk yvir 25 ár, sum skilja týdningin av inntrivinum, verða steriliserað uttan at søkja um loyvi. Hóast hetta, verður skotið upp at seta eina umhugsunartíð á 6 mánaðir fyri tey millum 25 og 30 ár, eftir at viðgerðartilboð er givið.

Fólk undir 25 ár, og tey sum av til dømis menningartarni ella sálarsjúku ikki megna at taka upplýsta avgerð, kunnu bert verða steriliserað við loyvi frá einum samráði. Í hesum samráðnum sita ein løgfrøðingur, psykiatar og sosialráðgevi.

Loyvi kann verða givið, um týðandi vandi er fyri arvaligum sjúkum, ella um umsøkjarin og makin ikki eru før fyri at taka sær av einum barni. Eisini kunnu sosialar umstøður verða grundarlag.

Kastratión skal framhaldandi krevja loyvi, og verður bert loyvd, um kynstráan setur viðkomandi í vanda fyri at fremja brotsgerðir, ella elvir til álvarsligar sálarligar avleiðingar. Frágreiðing frá Rættarlæknaráðnum skal fyriliggja.

Aldursmarkið fyri kastratión verður hækkað úr 21 til 25 ár. Samstundis verður galdandi møguleikin at loyva kastratión undir 18 ár strikaður.

Endamálið við lógini er at tryggja, at slík inntriv verða gjørd á væl upplýstum grundarlagi, og ongantíð undir tvingsli.

Viðmerkingar til lógarummskotið kunnu sendast til Løgmálaráðið í seinasta lagi fríggjadagin 8. august.