Húsareynstunnilin og Havnarvegurin lata upp sunnudagin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sunnudagin klokkan 13.30 verður nýggi innkoyringarvegurin til Havnar tikin í nýtslu.

Vegurin hevur fingið navnið Havnarvegurin. Hann byrjar við rundkoyringina omanfyri Hvítanes og fer umvegis nýggja Húsareynstunnilin út í Markangil við Glasir.

Hátíðarhald verður við tunnilsmunnan við Marknagilsvegin, har Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, halda røður, og síðan fer Bergur Robert Dam Jensen, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð, at klippa snórin.

Eftir tað verður opið hjá fólki at ganga, renna, trilla ella súkkla gjøgnum Húsareynstunnilin og eftir nýggja Havnarvegnum. Inni í tunlinum verður tónleikur við Jóhan Hentze.

Túrurin, sum er góðar fýra kilometrar, endar í stórhøllini við Tjarnir, har ein drekkamunnur verður at fáa.

Klokkan 15.30 lata Havnarvegurin og Húsareynstunnilin upp fyri almennari bilferðslu.