82 milliónir afturat í landskassan

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

TAKS hevur set met í skattarættingum fyri 2024.

Tilsamans eru rættingar gjørdar fyri stívliga 291 milliónir krónur. Tað er tað størsta nakrantíð, og gevur landskassanum eina nettoinntøku á 82 milliónir afturat.

Flestu rættingarnar er hjá feløgum, sum hava fingið:

  • 109 milliónir í inntøkuskatti
  • 96 milliónir í kapitalvinningsskatti
  • 60 milliónir í veiðirættindaskatti
  • 7 milliónir í avgjøldum

Hjá einstaklingum vórðu rættingar gjørdar fyri góðar 19 milliónir. Her vóru:

  • 8,7 milliónir í inntøkuskatti
  • 8,9 milliónir í kapitalvinningsskatti
  • 1,5 milliónir í rentustuðli og ferðastuðli

Stjórin í TAKS, Eyðun Mørkøre, sigur at 291 milliónir er størsta rætting, tey nakrantíð hava gjørt.

– Tað vísir, at eftirlitið virkar, og at vit hava dugnalig fólk á uppgávuni – og tað eru vit errin av, sigur Eyðun Mørkøre

Hann leggur afturat, at árið 2024 vísir, hvussu týðandi tað er við eitt nútímans og vælvirkandi eftirliti.