Ein undirsjóvartunnil til Kalsoyar. Tað er tað, sum Bjørn Kalsø, bóndi á Syðradali og fyrrverandi landspolitikkari, mælir til í lesarabrævi.
FM1 hevur tosað við hann um uppskotið.
Lurta eftir samrøðuni her
Í lesarabrævinum vísir Bjørn Kalsø á, at ein tunnil úr Klaksvík til Syðradals á Kalsoynni á 3,75 kilometrar fyri 450 milliónir krónur kann fíggjast við sama leisti sum aðrir tunlar.
Bjørn Kalsø heldur, at samanlagt verða íløgur og rakstur av einum tunli bíligari enn at gera nýggja ferju fyri einar 170 – 200 millónir krónur við einum rakstri á 15 milliónir krónur. Harafturat skulu eisini íløgur gerast í ferjulegur á Syðradali og í Klaksvík fyri tíggjutals milliónir.
Bjørn Kalsø hevur sett eitt roknistykkið upp, sum vísir kostanðin eftir 30 ár.

