U19-dreingirnir komu ikki í hálvfinaluna í European Open

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað eydnaðist ikki hjá U19-dreingjunum í hondbólti at spæla seg í hálvfinalurnar í European Open, sum í hesum døgum verður spælt í svenska býnum Göteborg.

Kravið undan seinasta dystinum í bólkaspælinum í morgun var ein tvey máls sigur móti Kroatia, men føroyska liðið taptu 22-17.

Eftir eina trilvandi byrjan við nógvum villum í álopinum, komu okkara ongantíð veruliga inn í dystin, og hóast betri verju og góða innsats í seinna hálvleiki, var úrslitið greitt. Rúnar Hammer var størsta hóttanin og gjørdist toppskjútti við 5 málum.

Kappingin byrjaði væl hjá føroysku dreingjunum við sigrum móti Niðurlondum og Finnlandi, áðrenn teir í gjár taptu tepurt 22-21 fyri Svøríki.

Føroyar endaðu sum nr. 3 í sínum bólki og skulu nú spæla um plássini frá nummar 5 til 11.


Úrslitini hjá Føroyum í bólkaspælinum:

30. juni
Føroyar – Niðurlond 22-20
Málskjúttar: Pauli Rasmussen 7, Jákup Egholm 5 (3), Fríði í Innistovu 3, Erling Erlendsson 2, Magnus Árason 2, Rúnar Hammer 1, Haraldur Karlsson 1, Brandur Hansen 1 (1)

30. juni
Føroyar – Finnland 26-16
Málskjúttar: Lýðar í Dímun 6, Filip Haldansen 5, Jákup Egholm 5 (3), Jógvan Andreas Lamhauge 3, Magnus Árason 3, Haraldur Karlsson 1, Brandur Hansen 1, Erling Erlendsson 1, Helgi Haldorsson 1

1. juli
Svøríki – Føroyar 22-21
Málskjúttar: Rúnar Hammer 5, Jákup Egholm 5 (3), Pauli Rasmussen 4, Magnus Árason 4, Lýðar í Dímun 2, Jón Midjord 1

2 .juli
Kroatia – Føroyar 22-17
Málskjúttar: Rúnar Hammer 5, Pauli Rasmussen 3, Jákup Egholm 2 (1), Fríði í Innistovu 2, Haraldur Karlsson 2, Magnus Árason 1, Jón Midjord 1, Brandur Hansen 1


Endaliga stigatalvan í bólkinum:

DystirStigMálmunur
Svøríki48+23
Kroatia46+12
Føroyar44+10
Niðurlond42-10
Finnland40-35

Føroyar skulu nú spæla um 5.–11. pláss í kappingini, saman við Egyptalandi, Póllandi, Estlandi, Litava, Niðurlondum og Finnlandi.

Komandi dystir:

  • Hósdag kl. 08.15: Føroyar – Litava
  • Hósdag kl. 15.30: Føroyar – Estland
  • Fríggjadag kl. 08.00: Pólland – Føroyar
  • Fríggjadag kl. 12.15: Føroyar – Egyptaland

Allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.


Føroyski hópurin í European Open:

Málverjar:

  • Ingi Johannesen (H71)
  • Bjarni Gunnarson Jacobsen (VÍF)

Útileikarar:

  • Jón Midjord (H71)
  • Filip Haldansen (VÍF)
  • Jákup Egholm (H71)
  • Hanus Gunnarson (H71)
  • Magnus Árason (GOG)
  • Helgi Jakob Halldorsson (H71)
  • Haraldur Karlsson (H71)
  • Jógvan Andreas Lamhauge (H71)
  • Lýðar í Dímun (Neistin)
  • Rúnar Hammer (BSH)
  • Fríði í Innistovu (VÍF)
  • Erling Erlendsson (Kyndil)
  • Brandur Hansen (VÍF)
  • Pauli Rasmussen (StÍF)