,

Samráðingar um løn undir útbúgving slitnaðar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Samráðingarnar um løn undir útbúgving eru steðgaðar. Tað boðar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá.

Lógaruppskotið, sum varð samtykt í apríl, skal geva møguleika at taka heilsufakliga og námsfrøðiliga útbúgving á Heilsuskúlanum, samstundis sum fólk arbeiða. Men lønarviðurskiftini eru ikki ásett í lógini, og tí skuldu partarnir á arbeiðsmarknaðinum semjast um hetta.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava havt fimm fundir við fakfeløgini, men semja er ikki fingin.

Arbeiðsgevararnir meta kravið frá fakfeløgunum vera ov høgt og óttast, at kommunurnar ikki fara at brúka útbúgvingarsáttmálarnar.