Sponsku miðlarnir Marca og AS skriva í morgun, at portugisiski álopsleikarin hjá Liverpool, Diogo Jota, er deyður í ferðsluvanlukku. Vanlukkan hendi í nátt á motorvegnum í landslutinum Zamora í Spania.
Sambært vitnum, sum boðaðu frá, koyrdi bilurin av vegnum.
Diogo Jota var 28 ára gamal og var júst giftur við Rute Cardos. Tey eiga trý børn saman.
Liverpool hevur ikki viðmerkt syndarligu vanlukkuna enn.
Sambært sponskum miðlum kom eldur í bilin, tá ið hann koyrdi út av veginum. 26 ára gamli ltilibeiggin hjá Jota doyði eisini í vanlukkuni.
Fótbóltsyrjusleiðin hjá Jota byrjaði í Portugal. Hann fór síðan til Atlético Madrid, har hann varð leigaður út til Porto og Wolves. Í 2020 varð hann seldur til Liverpool.
Fyri Liverpool hevur hann spælt 182 dystir og skorað 65 mál. Eisini hevur hann 49 landsdystir og skotið 14 mál fyri Portugal.