Vága býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri eitt øki við atløgubryggjuna á Oyrargjógv í Sandavági. Talan er um matriklarnar nrummar at og 375c, sum verðua fluttir frá øki K: Landbúnaður til øki D: Havnarøki.
Tilfarið, sum lýsir broytingina, liggur frammi á býráðsskrivstovuni hjá Vága kommunu.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu skrivliga vera býráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. august.
Kunngerðin byggir á §6 í løgtingslógini um býarskipanir og byggisamtyktir frá 1954, við seinni broytingum.
