Sum nakað nýtt, fær Tórsfest enn fleiri pallar til konsertdagin. Umframt teir báðar stóru pallarnar á Vágsbotni, verða hølir kring økið eisini tikin í nýtslu. Perlan verður karmur um eina risa teknoveitslu.
Seinastu tvey árini hava TEKNO tiltøk stungið seg upp her og har í djúpu, bassutu undirgrundini. Teknohøvd koma saman, seta upp, leggja lag á, og dansa ígjøgnum náttina. Fríggjakvøldið 25. juli verður eitt TEKNO í Perluni, sum partur av ársins Tórsfest.
Skráin bjóðar fimm nøvn, sum telja seks persónar: tríggjar damur og tríggjar harrar.
Tú kemur at uppliva duoina 2xSlay við sínum tokka til melodiskt Tekno, Deep House og House.
Trygva, sum elskar allar elektroniskar krókar. Tað djúpa huglagið frá HNTZ við myrkum elementum og tungum stevi, sum dansar á linjuni við Psy-heimin. Eitt rátt og hypnotiskt dansigólv frá donsku Holtz. Og at enda EI.VN við sínum tætta, groovy og beistaktiga Tekno.
Skrá
- 22.00: 2xSLAY
- 23.00: TRYGVI
- 00.00: HNTZ
- 01.15: HOLTZ (DK)
- 02.30: EI.VN
2XSLAY – melodiskt tekno við deep og house
Tær eru sum dagur og nátt men renna saman við áhuganum í at levera ljóðmyndir, sum fara undir húðina á tær. Seinasta árið hava tær verið virknar uppá nógvar ymsar mátar, frá pultinum í Sirkus til privatar veitslur og eru eisini bókaðar á G! Festivalin í summar.
Tær spæla nógvan ymsan tónleik, sum ger fjøldina glaða, og so hava tær eisini ein serligan tokka til elektroniskan tónleik – sum er tað, vit koma at hoyra frá teimum til Tekno í Perluni. Hjartað liggur mest til Melodic Tekno við góðum íkasti av Deep & House. 2xSlay opna pallin í Perluni og spæla kl 22.00
TRYGVI – elskar allar elektroniskar krókar
Trygvi er etableraður í náttarlívinum; er tað til skitin heimaball, elegant tiltøk ella sum DJ á barr, so hevur hann roynt tað. Hann er kendur fyri síni føroysku bootleg remix, ið altíð fáa fólk upp í gear. Í samrøðu við net-miðilin Darr hevur Trygvi sagt, at hann kann diska allar stílar, men hjartað liggur í tí elektroniska:
– Eg havi ongantíð kunnað hildið meg til bara eitt tónleikaslag, tí har er alt ov nógv at velja ímillum. Eg elski allar krókar av elektroniskum tónleiki og eg seti nógv ymiskt saman. Eitt nú úr UK garage, Psychadelica úrTrance og ráu orkuna úr Tekno.
Trygvi er nr 2 á skránni og spælir kl 23.00
HNTZ – rullandi og myrkt við tungum stevi
HNTZ er DJ og Tekno framleiðari við fleiri árum á baki. Hann ger tað slagið av Tekno, ið flokkast undir ”Peak time / drive”. Ein rullandi, djúpur Tekno stílur við myrkum elementum og tungum stevi, sum typiskt liggur millum 126-135 bpm, og sum dansar á linjuni við Psy-heimin.
Síðani 2023 hevur hann givið fleiri EPir, stakløg og remiks út á fimm ymsum labels (í DK, LA og CA), og fleiri av útgávunum hjá honum eru endaðar á top 100 listum á Beatport.
Tá HNTZ diskar, spælir hann bæði sítt egna og tónleik hjá øðrum – alt í trúfasta Tekno andanum, sum hann sjálvur dámar og smíðar. HNTZ er miðlingurin á skránni í Perluni og spælir á midátt.
Holtz (DK) – rátt og hypnotiskt dansigólv
Holtz kemur úr undirgrunds senuni í Keypmannahavn. Hon er m.a onnur helvt av nýggja DJ kollektivinum Eros Haven, sum kuraterar tiltøk saman við føroyska EI.VN, og tey koma bæði til Føroyar at kóka náttina í Perluni upp 25. juli.
Holtz er vaksin upp í Næstved og hevur diskað, síðani hon var 13 ár. Seinastu árini hevur hon útviklað sær eitt persónligt ljóð av hørðum sløgum og djúpum, rullandi groove. Settini hjá henni hava bæði styrki og dýpd, og hon skapar eitt rátt og hypnotiskt dansigólv, sum fær tínar teknoveingir á flog frá fyrsta stevi.
Holtz er næstsíðsta navnið á skránni í Perluni og fer á kl 01.15
EI.VN – tætt, groovy og beistaktugt
EI.VN er onkusvegna farin frá at ganga á fjall á Nesi í Vági, har hann er uppvaksin, til at spæla á mest viðurkendu Tekno-klubbunum í Keypmannhavn. Hann hevur búð í Danmark seinastu árini, har hann hevur spælt seg inn í undirgrundina, og tekur hana nú við á Tórsfest við 150 sløgum um minuttin.
Tónleikaliga baklandið hjá EI.VN er í klassiskum og jazzi, men hann hevur funnið sítt kall í tøttum, groovy og beistaktigum Tekno. Hann er eisini onnur helvt av nýggja DJ kollektivinum Eros Haven, har hann kuraterar tiltøk í Keypmannahavn saman við donsku Holtz – sum eisini kemur til Føroyar at diska í Perluni 25. juli.
Keyp atgongumerki til Tórfest beinaveg á ebillett.fo fyri kr. 1050,- umframt avgreiðslugjøld.
Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj og Hoyrnini.
